Vit gera tað lætt hjá tær at uppliva fótbólt á staðnum – við atgongumerkjum, gisting og ferð, alt samlað í einum pakka.
Discover 8, Upcoming and Expire Events
Vit bjóða væl skipaðar pakkatúrar til nakrar av heimsins størstu fótbóltsupplivingum. Um tað er Premier League, Champions League ella okkurt heilt annað, ynskja vit at hjálpa tær við at finna røttu loysnina við atgongumerkjum, gisting og ferð – alt savnað í einum pakka.
Vit hava atgongd til eitt breitt úrval av stórum ítróttarupplivingum – frá Premier League og Champions League til Formula 1, dart og NFL.
Ynskir tú at gera ferðina heilt serliga, kunnu vit bjóða VIP-pakkar, stadiontúrar og aðrar serstakar upplivingar.
Vel millum eitt breitt úrval av plássum og prísflokkum, so tú fært júst tí dystarupplivingina, tú ynskir.
Tá tú bíleggur eina fótbóltsferð, skalt tú gleða teg til upplivingina uttan at stúra fyri praktiskum viðurskiftum. Vit eru við tær frá fyrsta fyrispurninginum til heimferðin er av.
Vit eru tøk bæði áðrenn og undir ferðini, um ivamál ella broytingar eru.
Frá atgongumerki og dystardag til ferð og gisting – vit hjálpa við at fáa alt at hanga saman.
Okkara mál er einfalt: at geva tær eina væl skipaða ferð og eina fótbóltsuppliving, sum tú fert at minnast.
Ferðir.fo er ferðafyritøkan aftanfyri Fótbóltsferðir. Umframt fótbóltsferðir skipa vit eisini fyri vanligum ferðum, bólkaferðum og vinnuferðum fyri bæði privatfólk og fyritøkur.
Vit kunnu taka okkum av allari ferðaskipanini – frá flogferðum og gisting til flutning og samskipan. Vit hjálpa millum annað fyritøkum við regluligari ferðing hjá útlendskari arbeiðsmegi og tryggja, at starvsfólk koma trygt og smidliga millum lond og arbeiðspláss.
Við einum føstum kontaktpersóni fáa kundarnir eina einfalda, liðiliga og væl samskipaða loysn.