#ferðir
Okkara søga
Ferðir ella upprunaliga Fótbóltsferðir er ein ferðaskrivstova, sum bleiv stovna í 2012 við tí fyri eyga at bjóða Føroyingum at hyggja eftir Ensku Premier League.
Um hetta mundið var tað ikki lætt at fáa atgongd til Premier League-dystir og líkandi fótbóltsferðir, tí fór táverðandi eigarin Ebbe Kristinn Thomsen í gongd við at finna ein veitara úr Englandi.
Eftir drúgvum kanningararbeiði við mongum teldupostum og tlf. samrøðum, var ein veitari funnin og fyrsti bólkatúrur gjørdur. Talan var um ein dyst á Old Trafford har Manchester United við eyðkenda Sir Alex Ferguson tók í móti Everton, hetta bleiv ein málríkur og spennandi dystur, sum endaði við heili 4-4.
Síðan hetta hevur fótbóltsferðir veitt pakkatúrar, atgongumerkir o.a til nógvar Føroyingar í 10 ár til fótbólt kring heimin.

Framtíðin er bjørt
Framyvir kemur fótbóltsferðir í høvuðsheitum at virka undir nýggja navninum ferðir.fo og framyvir at eisini veita pakkatúrar, bókatúrar, túrar o.a til sól-ferðir, stórbýar-ferðir og ferðir til arðar ítróttargreinir, umframt at vit byggja ein túr eftir tínum ynski.
Hvat kundi tú hugsa tær?
– Fótbóltsferð?
– Solferð?
– Standa skíð?
– Síggja Boxing, Formul 1 ella hondbólt?
Røkk út til okkum og spyr um eitt óbíndandi tilboð